+ All Categories
Home > Documents > Nordlysid nr 32 2013

Nordlysid nr 32 2013

Date post: 08-Mar-2016
Category:
Upload: nordlysid
View: 274 times
Download: 10 times
Share this document with a friend
Description:
Norðlýsið blað nr 32 Hósdagin 19. sept. 2013
16
9 772245 065007 NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 FÓLKAFUNDURIN 2013 Í KLAKSVÍK 20. - 21. SEPT. Síða 2 Síða 7 SJÁLVSØKNI RISIN Ævintýr Eftir Oscar Wilde Maria Olsen er forkvinna í eldraráðnum í Klaksvík. Og til hugnaløtuna hjá eldraráð- num helt hon eina røðu. Norðlýsið hevur fingið fatur í nøkrum góðum bitum úr røðuni hjá henni. Serstøk konsert í Viðareiðis Kirkju Danski bólkurin “Kloster” kemur at framføra m.a. sálmar, ið eru lætnir í nýggjan og modernaðan ham. TIPPING: ØLL BOTNLIÐINI TAPA Leygardagin kl. 13.00 Síða 12-14 Síða 15 Síða 11 GERAST MEIRI SJÓNLIG Í SAM- FELAGNUM Síða 4-5 HUNDALORTAR ALLASTAÐNI Hóast býráðið hevur gjørt sett upp støð, har hundaeigarar kunnu fáa posar og sleppa av við hundalortar, so eru tey alt ov fá ið taka upp eftirhundunum.
Transcript
Page 1: Nordlysid nr 32 2013

9 7 7 2 2 4 5 0 6 5 0 0 7

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 2013/ 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

FÓLK A F UNDURIN 20 13Í K L A KSV ÍK 20. - 2 1 . SEP T.

Síða 2

S í ð a7

S J Á LV S Ø K NI RISINÆvintýr Eftir Oscar Wilde

Maria Olsen er forkvinna í eldraráðnum í Klaksvík. Og til hugnaløtuna hjá eldraráð- num helt hon eina røðu. Norðlýsið hevur fingið fatur í nøkrum góðum bitum úr røðuni hjá henni.

Serstøk konsertí Viðareiðis KirkjuDanski bólkurin “Kloster” kemur at framføra m.a. sálmar, ið eru lætnir í nýggjan ogmodernaðan ham.

TIPPING: Ø LL BO TNLIÐINI TA PA

Leygardagin kl. 13.00

Síða 12-14

S í ð a1 5

S í ð a11

GERAST MEIRI SJÓNLIG Í SAM- FEL AGNUM

Síða 4-5

HUNDA LORTA R A LL ASTAÐNIHóast býráðið hevur gjørt sett upp støð, har hundaeigarar kunnu fáa posar og sleppa av við hundalortar, so eru tey alt ov fá ið taka upp eftirhundunum.

Page 2: Nordlysid nr 32 2013

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 20132

L E I Ð A R I N

Pensjónistafelagið Hugni fer útferð til Vestmanna mikudagin 25. September.

Bussur fer av sandinum kl- 10. Prísir kr. 250,-

Leygardagin 28. Sept giftast

Hansa Nybo Viðareiði og Rói Vágslíð Egholm Klaksvík.

Vígslan verður í Christians Kirkjuni kl 14. 00.Brúdleypið verður hildið

í Bygdarhúsinum í Leirvík kl 19.00 Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum,

verða vinarliga biðin um at boða frá í seinasta lagi 15. sept. á tlf 279506 ella á [email protected]

BrúdleypMánadagin 23. September 2013 verður

Alma Petersen 80 ár.Dagurin verður hildin á Stoksoyravegi 1,

har opið hús verður frá kl. 16.

Øll eru hjartaliga vælkomin

80 ára føðingardagur – A lma P etersen

Gamalt/NýttVit hava stórt úrval av góðum gomlum

bíligum møblum.

So sum: Spísiborð/stólar, Orgul, gongsmøblar, sofur, hornaskáp úr Eik og myrkum viði, toiletmøbil,

komodur o.m.a.

Støkk inn á gólvið á Klaksvíksvegi 68 og ger kvettiVælkomin í Gamalt/Nýtt

Fólkafundurin 2013 verður hildin í báðum samanbygdu ítróttarhøllunum í Klaks-vík komandi vikuskiftið. Framsýningarøkið er opið fríggjadagin 20. Septem-ber frá kl. 11,30 til uml. kl. 22,00 og leygardagin 21. September frá kl. 13,00 til uml. kl. 22,00.

Í fjør varð tiltakið fyri fyrstu ferð hildið í Hoyvíks-høllini og Hoyvíkar skúla. Umleið 1500 vitjandi vóru á Fólkafundinum 2012. Høvuðsfyrireikarnir, Ólavur í Geil Guttesen, Jón

Brian Hvidtfeldt og Jóhan-nes Miðskarð, hava framt stórar broytingar til ársins politiska/demokratiska fe-stival í trá við eftirmetingu-num av Fólkafundinum 2012. Í ár verður politiski/demokratiski festivalurin meira konsentreraður í ei-num øki, tvs. at tiltøkini verða undir somu lon sum framsýningarbásarnir eru. Niðanfyri sæst hvørjir framsýnararnir eru á Fól-kafundinum 2013 í Klaks-vík. Øll eru vælkomin at vitja Fólkafundin 2013 –

tiltakið er ókeypis. Fakfeløg: Starvsmanna-

felagið, Heilsurøktarafela-gið og Føroya Pedagog-felag.

Politisk feløg: Javnaðar-flokkurin, Javnaðarflokku-rin á Fólkatingi, Tjóðveldi, Unga Tjóðveldið, Sjálvs-stýrisflokkurin, Framsókn og Sambandsflokkurin.

Áhugafeløg/hjálpifelags-skapir: ABC barnahjálp, Verjið børnini, Parkinson-felagið, Javni, Deyvafela-gið, Blái Krossur Føroya, Meginfelag teirra Brekaðu

í Føroyum (MBF), Krabba-meinsfelagið, Provita, Alz-heimerfelagið, Landsfelag pensjónista, KRIS, Ope-ration Mobilisation (OM), Hjartafelagið, Epileptikara-felagið og Amnesty.

Kommunur: Klaksvíkar kommuna og Eysturkom-muna.

Fjølmiðlar: Norðlýsið, Miðlahúsið og Kringvarp Føroya. Onnur: Demokratia, Javn-støðunevndin, Gigni og Dugni.

NÓGV IR FR A MSÝ NING A R-B ÁS A R Á FÓLK A FUNDINUM 20 13

Ikki óvæntað komu tíðindini um, at elsta før-oyska dagblaðið, Dimmalætting allar helst fyri fyrstu ferð í søgu blaðsins, ikki kemur út orsa-kað av peningaligari trongstøðu. Fyri kortum segðist at blaðið rýmdi til Danmarkar undan rokningum.

Dagbløð kring allan heim hava tað sera trupult í hesum døgum og mong eru farin av knóranum.

Í danskari sjónvarpssending fyri kortum, hevði sjónvarpsvertur savnað blaðstjórarnar á teim størstu donsku bløðunum til kjak um júst truplu støðuna hjá donsku dagbløðunum.

Har varð sagt, at einasta danska avísin, ið kun-di vísa á svørt tøl á roknskapinum øll trý tey seinastu árini, var ein donsk lokalavís. Øll hini stóru bløðini fingu ikki endarnar at røkka saman í rakstrinum.

Høvuðsstaðarpressan hevur tað ringt, og kanska hevur serliga Dimmalætting ikki duga at laga seg til nýggjar tíðir, ella er orsøkin bara, at fólk ikki longur hava hug at taka bløð upp í hondina, ið ikki hava dugað at lagt heilt um og eru farin frá gamla journalistiska hugsunarháttinum.

Dagligdagurin við sínum positivu og negativu síðum er komin nógv nærri borgaranumsein-ni árini, tí vit afturat sjónvarpinum hava fingið nýggjar netmiðlar, nýggja tøkni og ikki minst sosialar miðlar. Í nógvum førum eru søgurnar sagdar so skjótt tær spretta og tað hevur verið ein stór avbjóðing hjá traditionellu avísunum, ið ikki hava dugað at umstilla seg.

Blaðstjórin á donsku lokalavísini vísti á, at teirra journalistar høvdu lagt á annan bógv og bygdu upp saman við vinnu og samfelag, og leitaðu eftir loysnum, samstudis sum teir eisini høvdu kristiskar pennar.

Onki er at taka seg aftur í, at tað er ein missur í føroyska miðlaheiminum hvørjaferð ein miðil er noyddur at lata aftur. Men hinvegin skulu vit ikki gloyma, at tað koma nýggir miðlar. Úr Havan-nasundi er ein eftir øllum at døma sterkur miðil sprottin. Vit hava seinnu árini fingið fleiri net-miðlar og harafturat fleiri spírar á sjónvarps- og útvarpsøkinum, so miðlarnir fara ikki at tróta um so er at Dimmalætting ikki kemur aftur. Tað er bara ein spurningur hjá journalistunum í Havn at finna sær eitthvørt annað arbeiðispláss.

Menninir aftanfyri Dimmalætting hava vælsag-tans eisini loyvi at finna sær annað arbeiði, bert ber ikki til at taka navnið Dimmalætting við sær, uttan so at tey ið eiga pening í felagnum, sum eigur navnið hava givið sítt samtykki og tað sær ikki út at so er, so áhugavert verður at síggja hvussu leikur fer komandi dagarnar.

Dimma íandaleypi

Page 3: Nordlysid nr 32 2013

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 2013 3

Vit hava víðkað um Kundatænastuna við ráðgevum, so tær ikki nýtist at tosa við tín egna kundaráðgeva um allar fyrispurningar.

Í Kundatænastuni ráðgeva og svara vit tær beinanvegin um eitt nú sethúsafígging, bilfígging, kort og netbankan.

Vit svara á tel 348 000 mánadag til hósdag til kl. 17.30 og fríggjadag til kl. 16.00.

Les meira á www.eik.fo um nýggju Kundatænastuna, og um hvussu tú brúkar okkum best.

www.eik.fo

Kundatænasta við enn fleiri møguleikum

348 000

[email protected]

Mán. til hós. til 17.30 Frí. til kl. 16.00.

Britta starvast sum ráðgevi í Kundatænastuni og er altíð til reiðar at svara spurningum, ráðgeva og hjálpa tær. Ring bara :)

Ring bara...

Page 4: Nordlysid nr 32 2013

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 20134

Tað var hin sjeynda sep-tember at hetta tiltakið var á skránni, sum hevði nógv at bjóða og var har til eisini sera fjølbroytt.

Vælkomin- Hey! og væl komin øll somul. Eg vil fyrst greiða frá, hví vit stíla fyri hesum tiltaki, byrjar Maria Olsen.

- Vit hava í huga at gerast meiri sjónlig í samfelag-num og varpa ljós á eldra-politikkin í Klaksvíkar Kommunu. Tí halda vit, at tað er hóskiligt at byrja við einari slíkari ‘60+ løtu’, har tey eldru og eldrapolitikkur eru í sjóneykuni.

- Tað eru nú skjótt 2 ár síðani at Eldraráðið i Klaksvík byrjaði sítt virk-semi. Og fyri at fólk skulu merkja at vit eru til, fara vit við hesi hugnaløtu, at seta fokus á, hvat vit gera.

Vit hava góðar umstøður at virka- Vit hava havt fundir hvønn hósmorgun frá 10.00-12.00 síðani fyrsta juli í ár. An-nars hava vit regluliga tveir fundir um mánaðin. Vit hava tætt samstarv við

Klaksvíkar Kommunu, ser-liga Sigrun Vágstún og Jen-su Anthoniussen, sum vit hava nógv at takka fyri.

- Tey í Miðlon eru sera fitt at arbeiða saman við, og so eru tey eisini so álítan-di. Hølir til fundarvirksemi tróta ikki, ja onkuntíð hava vit havt fundir í Býraðshú-sinum; viðhvørt í Smæruni og til tíðir eisini í Sóljuni. Vit hava nógv at glaðast um, verður hugsað um umstøður. Í Smæruni eru góðar umstøður, hóast út-luftningin kundi verði eitt sindur betri, leggur Maria afturat.

Endamál Eldraráðsins- Endamálið við El-draráðum er at betra og at útbyggja sambandið í millum eldri borgarar, po-litisku skipanina og um-sitingingina Klaksvíkar Kommunu. Eisini at fylgja við ymiskum ætlanum og tilboðum innan eldraøkið, har Eldraráðið í Klaksvík kann gerast bindiliðið í millum sjálvbodnu bólkar-nar í býnum og kommunu-na.

- Eldraráðið skal ráðge-

va býráðnum, nevndum og umsitingini í spurningum, ið hava við eldri borgarar í býnum at gera. Ráðið skal eisini vera við til at evna el-drapolitikkin í kommunu-ni.

- Í ráðnum eru fimm limir: Maria Olsen, for-kvinna, Gerda Absalonsen, næstforkvinna, Hasla Olsen skrivari og Poul Havn er nevndarlimur, nú Kala Ló-maklett er í farloyvi.

- Eldraráðið í Klaksvík ynskir at røkka heimabúg-vandi fólki, ið við hvørt føla seg einsamøll, men sum hava hug at gera on-kran aktivitet heima. Hetta kundi verið at lisið bløð, søgur, spælt spøl, gjørt hon-darbeiði, gingið túr, gjørt ørindi og ymiskt annað, sum tørvur er á.

- Eisini ynskja vit at ve-ita íbúgvum á røktarhei-mi, sambýlum og vistar-heimum hesa tænastu. Vit hava ein lista við nøvnum á persónum, ið hava játta eg til hesar bólkar. Eisini eru sangarar og tónleikarar í hesum bólki. Tað eru vit takksom fyri.

Allar hjálpandi hendur eru kærkomnar- Er nakar, sum hevur hug at vera við í slíkum ból-kum, er bert at ringja til 282171 og boða frá. Vit eru ikki komin heilt á mál við at fyrireika hesa tænastu, men eru komin væl á veg. Vit hava fingið fleiri up-pskot frá borgarum um betrandi umstøður hjá tei-mum eldru í kommununi.

Okkurt ítøkiligt er komið burturúr- Eisini eru fleiri uppskot send Sosialu-nevnd frá limum í eldraráðnum til ummælis. Nevndin hevur svarað okkum og samtykt at taka uppskotini frá El-draráðnum við í arbeiðið um orðing av Eldrapolitik-ki.

- Viðvíkjandi uppsko-tinum at seta benkur upp ymsastaðni i býnum, sam-tykti nevndin at heita á um-sitingina um, at seta hetta arbeiðið í gongd. Hendan áheitan er latin deildini fyri býarfríðkan, ið tekur sær av slíkum arbeiði, greiðir Ma-ria Olsen væl nøgd frá.

Búmerkjakapping fyri eldraráðiðFyrst í augustmánaða skri-vaði Eldraráðið út kapping um búmerki. Endamálið við hesum er at fáa búmer-kið prenta á brævpappír, sanghefti, heimasíðu, mar-knaðarføristilfar o.a.

- Virðislønir vórðu læt-nar. 1. virðisløn er 3000kr. frá Klaksvíkar Kommunu og 2. virðisløn er gávukort frá P/F Leivur Ellings-gaard, sigur Maria Olsen.

- Í dómsnevndini eru Edward Fuglø, listamála-ri, Elsa Olsen, MSC í Intl. Marketing Management og Marita Matras umboðandi Eldraráðið í Klaksvik.

- Hendan búmerkja-kapping varð avdúkað á hugnløtuni 7. september. Nummar tvey gjørdist Rói Winthereig úr Skopum, ið var komin hesa longu leið við dámu og barnið at taka í móti hesi virðisløn. Nummar eitt gjørdist 13 ára gamla Herdis Elisabeth Bjarnadóttir av Viðareiði.

- Dómsnevndin metti at hetta var eitt frálíkt uppskot til eitt búmerki og arbeiðir tískil víðari við hesum up-

pskoti. Búmerkið, sum Her-dis Elisabeth hevur teknað, er ein blómu og eitt fing-ramerki. Blóman ímyndar at tey eldru eru ein virkin partur av nærumhvørvi-num. Fingramerkið ímyn-dar at tey eldru í Klaksvík seta sítt fingramerkið á nærumhvørvið, og vísir, at tey eldru hava sett síni fingramerki á fortíðina og framtíðina.

- Familjan hjá Herdis var eisini møtt. Bæði ommur og abbar og systkin.

Væl eydnað tiltak- Á hugnaløtuni var sangur, sum Alex Sólstein spældi til, ókeypis smurt breyð, kaka og kaffi og nógv an-nað gott. Tað vóru eisini nógv møtt upp til tiltakið, á leið 130 luttakarar. Tað eru vit sera glað og tak-ksom fyri, tí hetta er eitt týdningarmikið arbeiðið, vit umboða, endar forkvin-nan í Eldraráðnum, Maria Olsen.

GERAST MEIRI SJÓN-LIG Í SAMFEL AGNUMMaria Olsen er forkvinna í eldraráðnum í Klaksvík. Og til hugnaløtuna hjá eldraráðnum helt hon eina røðu. Norðlýsið hevur fingið fatur í nøkrum góðum bitum úr røðuni hjá henni. Vit endurgeva nakrar.

”Vit hava í huga at gerast meiri sjónlig í samfelagnum og varpa ljós á eldrapolitikkin í Klaksvíkar Kommunu. Tí halda vit, at tað er hóskiligt at byrja við einari slíkari ‘60+ løtu’, har tey eldru og eldrapolitikkur eru í sjóneykuni.”

Maria Olsen er forkvinna í eldraráðnum í Klaksvík

Page 5: Nordlysid nr 32 2013

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 2013 5

Sí eisini video frá Hugnaløtuni á www.nordlysid.fo

Page 6: Nordlysid nr 32 2013

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 20136

Hugleiðing um “Esso Søldarfjørð”, “Stathav” ex “Esso Føroyar” og nakrar av teimum, ið vóru og

fóru við teimum

Tíðin rennur, dagur fer,søgan sló sær grevur,myndar manga mansins gerð,har hann virkað hevur.----Førdu kring um um land og lónskútur tvær so trúgvar,grúgvu megi, manni vón,vinnu dropar drúgvar.

“Esso Søldarfjørð” var skipsum fyrst førdi farmnátt sum dag við havsins sip,kraft til vinnukarm.

“Esso Føroyar” sigldi síðanár so mong ta somu ferð,oyggj úr oyggj ein tein so víðan,sum bert fáur greitt sær ger.

Tíðir broytast, nøvn tey lúta,“Esso Føroyar” skifti navn, “Stathav” nevndist síðan skúta,sum nú sigldi havn úr havn.

Alt er væl til nítifýra,kós er sett mót heim tað ber,millum Hólm og Fles teir stýra,lagnusjógvur endar ferð.

Kollsigldu í stórum knípi,tveir á bunka lótu lív,hvurvu djúpt í havsins dýpi,báðir tveir frá barn og vív.

Otto, Henry, enn tit standa,fremstir millum okkum enn,sum alt lív, sum hvarv í vanda,søgu skrivar millum menn.

Vælamenn í vælaverkivóru tit hvønn lívsins dag,intu dugnaligir yrkið,førdu farm til lívsins lag.

Menn í huga og í hondum,Danski Berint, Hanni Kass,Henry Frederiksberg av Stron-dum,hampamenn úr høvd í rass.

Hinumegin fjørðin vóruaðrir skilamenn,við um land teir Esso bóru,tveir og tveir í senn.

Otto var av skúlafólki,Hans Karl bygdi inn mót Rók,báðir menn í besta bólki,fáur teir í dygdum tók.

Allir liva teir í minni,Kjartan situr enn á rók,man, sum eg, í sínum sinnihuga tøk, hann við teim tók.

Ymsir vóru teir í lyndi,framúr menn á hvønn sín hátt,síggi kappar, eg her myndi,koma inn um mína gátt.

Allir vóru teir í vavihampamenn, hvar ferð enn fór,vóru eitt við stóra havið,har teir intu avrik stór.----Ovast uppi stjórin sjálvurstýrdi væl sítt oljuland,ongastaðni var hann hálvur,har hann rak sín stjórnargand.

Jákup Kass í sínum verkidugnaligur var for fleir,altíð var hann stjórin sterki,sum for fólk sítt vildi meir.

Las í løtum bíbillestur,vildi gerast cand. teol,vildi gerast fólksins prestur,las tí við sítt góða tol.

Las við slit og góðum huga,røktaði sín oljustall,til hann loksins mundi dugahalgubók til prestakall.----Minni goymir manning fræga,sum á hesum skipum var,nú teir undir túgvum dagahandan grind í kirkjugarð.

Flestir eru teir nú farnirundir mold og foldarflag,summum vórðu dagar sparnir,summir náddu ellisdag.

har í kirkjunánd teir hvíla,til teir mynstra evstu ferð,liggja klárir har for ýla,til tað brátt mót Himni ber.Friðarmenn í dagsins yrki,intu verk sítt bara væl,úr teim lýsti henda styrki,sum alt trupult ger til spæl.

Allir eru vælavinir,sum mítt minni gevur ans,fjálga sinn mítt enn sum hinir,sum enn treða lívsins dans.----Farið væl í foldarfriði,tøkk for trú og vinalag,eig um ævir, eg her biði,eftir grøv ein Harrans dag.

har ið kyrt er millum boðar,har, ið sút er ikki meir,har, ið handan deyða logar,ævinleikans lív í leir.

pmp/2013

Page 7: Nordlysid nr 32 2013

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 2013 7

Norðlýsið hevur prátað við Mariu prest og hon gleðir seg sjálvsagt til konsertina og væntar eina góða og ikki minst serstaka konsert.

Medtitativur tónleikur og modernaðir sálmar- Hetta er ein danskur ból-kur, sum er mannaður av Michael Andreasen og Fo-liu Stig Bjornø. Tey spæla friðarligan og meditati-van tónleik, byrjar Maria Jørðdal Niclasen.

- Tað síðsta, tey hava útgivið, er ein fløga, sum eitur “Ni salmer og en aftensang”, har tey hava umskrivað løg til kendar danskar sálmar fyri líka sum raka betri tann unga skarðan. Ja, seta sálma-tra-ditiónina í nýggjan ham. Modernaður tónleikur við andaligum og kristnum innihaldi. Og so er hetta hóskandi og væl passan-di tónleikur at spæla í eini kirkju. Ein aukustisk kon-sert við gittara, sangi og onkrum lítlum ljóðføri af-turat, fortelur presturin á Viðareiði spent á málinum.

Ein øðrvísi tónleikabólkur- Annars hava tey givið nokkso nógv út, men eg veit tíanverri ikki heilt, hvussu nógv.

- Tað nýggjasta er, at tey hava gjørt løg til tekstir frá 13-1400-talinum. Ein sum eitur Juliana of Norech, ið er bergtikin av hesum tíðarskeiðinum, hevur skri-vað tekstir um tíðarskeiðið. Síðani hevur ein limur í bólkinum “Kloster” skri-vað modernað løg til on-krar av tekstum hennara.

Takkað verður fuglfirðingum“Kloster” eru í Føroyum í sambandi við mentanarvik-una í Fuglafirði.

- Hergeir Eldevig hevur staðið fyri at fáa tey heim, sigur Maria.

- Tó kenni tey eitt sin-dur frá tíðini, eg var í lestraørindum í Danmark. So loyvdi eg mær at skriva til teirra og spyrja, um tey ikki høvdu hug at koma norður at framføra í Viða-reiðis Kirkju. Tað vóru tey við upp á beinanvegin.

- Hetta er alt gjørt í sam-ráð við Hergeir Eldevig, so vit hava ikki stolið tey frá fuglfirðingum hóast alt. Tey spæla tvær ferðir í Fuglafirði í sambandi við mentanarvikuna. Hóskv-øld og fríggjakvøld, um eg minnist tað rætt, rekla-merar Maria úr Ónagerði.

Facebook væntar nógv fólkMaria Jørðdal Niclasen vónar at nógv fólk koma til konsertina, hóast konsertin liggur tíðliga leygardag.

- Konsertin er kanska á eini nokkso óhóskandi tíð á degnum. Men jú eg vænti tó at tað verða fleiri, ið møta upp til konsertina.

- Tað vísir seg ið hvussu er á Facebook at vera stórur áhugi fyri konsertini. Spur-ningurin er so um Face-book er álítandi.

- Tað verður ið hvussu er eitt upplivilsi fyri tey, sum møta upp, leggur Maria at endanum dent á og heitir enn eina ferð fólk á, at møta upp í Viðareiðis Kirkju leygardagin klokkan 13.00.

SERSTØ K KONSERTÍ VIÐAREIÐIS KIRK JU

Ein forvitnislig konsert verður í Viðareiðis Kirkju nú leygardagin klokkan eitt. Tað er Maria Jørðdal Niclasen, prestur, sum hevur stílað fyri konsertini. Danski bólkurin “Kloster” kemur at framføra m.a. sálmar, ið eru lætnir í nýggjan og modernaðan ham.

Danial Viðoy

Page 8: Nordlysid nr 32 2013

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 20138

Stakgreinalestur á miðnámsstøðiUndirvísingin kann enda við próvtøku mai/juni 2014

Støddfrøði A (HF)Tilmelding: tel. 216412 – Sigrun B. SkálagarðTíð og stað eftir avtalu við læraranKostnaður: kr. 500,-

Støddfrøði B (HF)Tilmelding: tel. 216412 – Sigrun B. SkálagarðTíð og stað eftir avtalu við læraranKostnaður: kr. 500,-

Evnafrøði C (Tsk)Tilmelding: 215403 - Heidi GregersenTíð og stað eftir avtalu við læraranKostnaður: kr. 500,- StøddfrøðiRokning fyri foreldur (SvÓ)Skeiðið er ætlað foreldrum, sum vilja kunna seg betur um støddfrøði í FólkaskúlanumTilmelding: tel. 227182 / 457717 – Rannvá JoensenTíð eftir avtalu við læraranKostnaður: kr. 400,-

MálFøroysk rættskriving /mállæra Tilmelding: [email protected]íð og stað eftir avtalu - Hanus T. BærentsenKostnaður: kr. 400,-

Spanskt 1 (fyri nýbyrjarar)Tilmelding: tel. 268354 – Sofía Arge PoulsenTíð og stað eftir avtalu við læraraKostnaður: kr. 400,-

Spanskt 2 (fyri tey, ið hava tikið 1. skeið)Tilmelding: tel. 268354 – Sofía Arge PoulsenTíð og stað eftir avtalu við læraraKostnaður: kr. 400,-

RussisktTilmelding: [email protected] – Kinga EysturlandTíð og stað eftir avtalu við læraraKostnaður: kr. 400,-

Týskt munnligtLær at tosa og skilja betur týsktTilmelding: tel. 262453 – Maiken SteinbergTíð og stað eftir avtalu við læraraKostnaður: kr. 400,-

Føroyskt mál og mentan fyri útlendingar (SvÓ)Tilmelding: [email protected]

Orðblindi (SvÓ)Vit kunnu bjóða undirvísing, sum ger teg betur føra/n fyri at lesa og skrivaTilmelding: tel. 221843 - Maiken Skarðenni Týskvøld: kl. 20.00 - 22.00

MatgerðHeilsugóður kostur (SvÓ)Teori og matgerð

Tilmelding: tel. 456594 / 756594 – Hannilena JacobsenMánakvøld: kl. 19.00 - 21.30Kostnaður: kr. 500,- + tilfar

Vanlig matgerð fyri menn (SáZ)Tilmelding: [email protected] – Dorius FrederiksbergTíð eftur avtalu Kostnaður: kr. 500,- + tilfar

Fínari matgerð fyri kvinnur (Kokkaskúlin)Tilmelding: [email protected] – William West, GourmetkokkurTíð eftir avtalu Kostnaður: kr. 800,- + tilfar

Fínari matgerð fyri menn (Kokkaskúlin)Tilmelding: [email protected] – Gutti WintherTíð eftir avtaluKostnaður: kr. 800,- + tilfar

Handverk og listUmvæla føroyskan bát (Grótrætt)Skeiðið hevur bæði teori um føroyska bátin og prak-tiskt arbeið at læra at umvæla føroyska bátin.Tilmelding: tel. 456208 eftir kl. 17 – Janus Østerø/ [email protected]íð eftir avtalu Kostnaður: kr. 600,-

Tekning / máling ( Listaskúlin)Tilmelding: tel. 456177 – Archibald BlackMánadag: kl. 15.00 - 18.00Mánadag: kl. 19.00 - 22.00Mikudag: kl. 19.00 - 22.00Kostnaður: kr. 700,-

Skap-tekningLær at tekna fólk, djór og ymsar formar.Nýtt verður blýantur, kol og pastel á pappír.Tilfar: Kol, helst við kantum, ein stóran blokk ella leys pappír av “newsprint”, ein stóran “sketchi” blokk og Fixativ. Eyka: Pastell farvur (ikki oljupastell)Tilmelding: 252578 [email protected] – Armgarð AbsalonsenTýskvøld: kl. 19.00 - 22.00Kostnaður: kr. 450,-

Horn- og silvurarbeiði (Træsm. st.)Tilmelding: 455783 / 224132 – Elsa Højgaard Sigurðsson Hósdag: kl. 18.30 - 22.00Kostnaður: kr. 700,-

Modelsmíð (Træsm.st.)Tilmelding: tel. 213625 – Ólavur SjúrðarbergTíð eftir avtalu við læraraKostnaður: kr. 600,- HandarbeiðiBrodering (stova 2)Tilmelding: tel. 456129 / 257576 – Jutta HansenMánadag: kl. 18.30 - 22.00Týsdag: kl. 18.30 - 22.00Kostnaður: kr. 700,-

Veving-Litalæra (Vevskúlin)Tilmelding: tel. 455278 / 270178 – Jacobina HeinesenTýsdag: kl. 18.30 - 22.00Kostnaður: kr. 700,-

Tilskering/Seyming (eftir egnum ynski) Tilmelding: tel. 268737 / 457094 / 457162 – Heidi HøgnesenTýsdag: kl. 18.30 - 22.00Kostnaður: kr. 700,-

Drama-verkstaður og DansurDrama-skeið (Hølið Sjónl.felagsins) Tilmelding: tel. 217248BÓLKUR 8-10 ár Mánadag og mikudag: kl. 15.30 - 17.00BÓLKUR 11-13 árTýsdag og hósdag: kl. 15.30 - 19.00BÓLKUR 14-16 ár Mánadag og mikudag: kl. 17.30 - 17.00BÓLKUR vaksinTýsdag og hósdag: kl. 17.30 - 19.00Avtala tíð við tilmeldingSkeiðini byrjað og enda í desember Kostnaður: kr. 300,-

Linedansur (fiml.h. I)Tilmelding: tel. 265442 – Áshild KjærboMánadag: kl. 19.00 - 21.00Kostnaður: kr. 450,-

Pardansur (fiml.h. I) Tilmelding: tel. 265442 – Áshild KjærboMánadag: kl. 21.00 - 23.00Kostnaður: kr. 450,-

Ítróttur Zumba Mix og StyrkiPilates Klænkiskeið og vektkanningFimm leygardagar í fiml.høll II:19/10, 26/10, 02/11, 9/11 og 23/11Dato kunnu verða broyttTilmelding: tel. 273164 – Gudrun Malena Hansen,Zumba- og Pilates intsruktørur Kostnaður: kr. 300,-

Body Balance (fiml.høll I)10 vikurKropslig vælvera og fimleikur Kom í javnvág við styrkjandi venjingum, balansu og avspenningTilmelding: [email protected] / tel. 212115 – Jóngerð BiskopstøHósdag: kl. 19.00 - 21.00Kostnaður: kr. 400,-

Motiónsfimleikur fyri menn (film.høll II)Tilmelding: tel. 217055 / [email protected] – Símun GullaksenHósdag: kl. 19.00 - 21.00 Kostnaður: kr. 600,-

Klaksvíkar Kommuna Nólsoyar Pálsgøta 32 FO-700 Klaksvík Tel. +298 215826 [email protected] www.kks.fo

Veturin 2013-2014

Klaksvíkar kvøld-,

ungdóms- og listaskúli– eitt fjølbroytt tilboð í nærumhvørvinum

Page 9: Nordlysid nr 32 2013

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 2013 9

Page 10: Nordlysid nr 32 2013

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 201310

Eg havi altíð vitað hvør Alma Petersen er, tí tað gera ØLL.

Eg kom at kenna Almu persónliga, tá eg meldaði meg inn í pensjonistafela-gið Hugna í Klaksvík. Eg haldi, at Alma hevði skál-kin bak oyra beinan vegin, hon sá meg. Tí soleiðis er hon. Tonkir skjótt. Eg var yngri enn tær, sum gingu har tá, og skikkiliga skjótt kom eg í nevndina. Hon sá meg sum ein nýggjan for-mann, tí sjálv ætlaði hon sær at stilla upp fyri Me-ginfelag Pensjonista. ”Har kann man gera nakað til nyttu, og fáa sínar mei-ningar fram,” hoyrdi eg hana mangan siga.

”Tað býr ikki alt vit í ei-num høvdi, plagdi pápi at sig”, hava vit, sum kenna Almu, ofta hoyrt hana ti-kið til. ”Eg má hava øll hini við mær”. Og Alma hevur fingið tey í Meginfelag Pensjonista at taka henna-

ra hugsjónir til eftirtektar. Hon hevur syrgt fyri, at felagið er farið at arbeiða fyri tí, tað skal, nemliga

fólkapensjónini. Tí, sum nú er, hava tey, íð bert fáa fól-kapensjón ikki nóg mikið at liva fyri.

Hon hevur hesa seinastu tíðina koyrt til Havnar í sínum nýggja bili og havt fund við allar floksformen-

ninar um fólkapensjónina. Fleiri av teimum vita lítið og einki um um fólkap-ensjónina, og hevur hon

fingið teir til at sæð skeiv-leikan í pensjónini.

Alma og eg havi ikki altíð verið samdar, minni enn so, men hóast tað, so hevur okkara samstarv ve-rið ómetaliga gott. Alma er soleiðis, at hon vil ráða, har hon er, men klók og rætttonkjandi er hon. Eg beundri Almu fyri hennara áræði - henda 80 ára gam-la kona, sum torir at tala ,,Roma midt imod.”

Mangt annað kundi verið

at skrivað um teg, Alma, á hesum tínum stóra degi.

Vil bert við hesum fáu orðum ynskja tær hjartaliga til lukku við føðingardeg-num. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein unglingi fyllir 80 ár.

Hjartaliga til lukku og nógv góð ár afturat.

Vegna HugnaMarita Matras, forkvinna.

Alma Petersen er seymikona, og hevur egi virki í kjallaranum heima við hús.

Hon er virkin og seymar hvønn dag.

Alma P etersen, K laksvík 80 ár23. septembur 2013

Leygardagin 12. Okto-ber, verður kendi klaks-víkingurin Levi Joen-sen 80 ár.

Dagurin verður hildin í Betesda sama dag frá kl. 17 til kl. 22.Levi gjørdist skipari bert 22 ára gamalur og baldist 36 ára sjónum.

Seinnu árini er hann tó kendur sum primus mo-tor og prædikumaðurin á brøðrasamkomuhúsi-num Malta í Hirtshals.

Øll eru hjartaliga væl-komin at heilsa uppá Levi í Betesda leygar-dagin 12. Oktober.

80ára føðingardagurLevi Joensen

Page 11: Nordlysid nr 32 2013

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 2013 11

Hóast býráðið hevur gjørt sett upp støð, har hundaei-garar kunnu fáa posar og sleppa av við hundalortar, so eru tey alt ov fá ið taka upp eftir hundunum.

Tað sigur ein kvinna og mamma, ið ringdi til Norðlýsið í vikuni. Vit hava ein vakran bý, sum býráðið ger og hevur gjørt nógv fyri at halda reinan, men hundalortarnir á teigum, fríøkjum og gongubreytum eru ein trupulleiki.

At spyrja okkum fyri, ringdu vit til býráðið har vit hittu Honnu Dálsenni á umhvørvisdeildini hjá býráðnum. Hanna Dalsen-ni sigur, at hon veit væl um hendan trupulleikan.

Vit hava sett ein hundafan-gara, so vit eru sloppin av við hundar íð strúka. Men hinvegin síggi eg væl, at tað eru tey, ið sleppa hund-unum út um morgnar at gera burturav sær, áðrenn tey fara til arbeiðis og ha-rafturat sært tú hundar gera burturav sær ímeðan eiga-rin hyggur at uttan at tikið verður upp eftir hundinum og tað er ikki nøktandi.

Vit hava sett postar upp, har hundaeigarar kun-nu sleppa av við skarnið frá hundunum, tá gingið verður túr, men tey eru ov fá, sum gera nakað við het-ta, tí óskilið við hundalorti í býnum.

Palli Sivertsen er hunda-

fangari. Norðlýsið setti seg eisini í samband við hann. Palli er avgjørdur og sigur, at hundar ganga vanliga ikki og strúka í Klaksvík longur. Eg hyggi eftir he-sum dagliga, og boðar nak-ar mær frá, so gerið eg ar-beiði mítt beinanveg, fangi hundin, koyri

hann í hundafangatippið og restina tekur politiið sær av.

Sjálvandi, eigarar hava loyvi at lata hundin sleppa at streykkja beinini undir uppsýni og tí kanst tú síg-gja hund sum ikki er í ban-di, men hundar

sum strúka verða tik-nir upp.

Trupulleikan við hundalor-ti er jú ikki mítt borð, men tað kann ikki umgangast at eg síggi hundaeigarar stan-da og bíða ímeðan hundu-rin ger burtur av sær og fara so víðari, og tað haldi eg er sera spell, tí tey eru mong, ið veruliga taka sær av sínum hundum.

Kvinnan, ið kærdi sína neyð fyri Norðlýsinum

gjørdi vart við, at hun-dalortur eisini var ein tru-pulleiki úti í grøv, har vit eiga eitt frípláss sum flestu okkara eru góð við og tað er harmiligt at børn, ið sleppa at spæla har, skulu vera dálkað av hundalorti, ja, tú vamlast við at seta teg niður nógvastaðni.

Fyri at stuðla uppundir orðini, fór eg ein lítlan túr

her í grannalagnum hjá Norðlýsinum at vita um eg fekk eina mynd. Jú, sanni-liga, hóast tað hevur regna av grimd nú í nógvar da-gar, so skuldi eg ikki ganga langt áðrenn eg hitti fyrsta hundaskarnið á gongubrey-tini og ikki var meira enn 20-50 metrar ímillum opinberingarnar.

Ætlanin er at gera meira við trupulleikan í komandi bløðum.

Oliver

HUNDALORTAR ALL ASTAÐNI

Kort yvir ruskíløt við hundalortaposum í Klaksvík

Page 12: Nordlysid nr 32 2013

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 201312

Page 13: Nordlysid nr 32 2013

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 2013 13

SJÁLVSØ KNI RISINEf tir Oscar Wilde

Hvønn dag, tá tey komu úr skúlanum, plagdu børnini at fara at spæla í garðinum hjá risanum.

Tað var ein frálíkur og stórur garður við mjúkum grasi. Her og har í grasi-num stóðu vakrar blómur eins og stjørnur, og har vóru tólv ferskutrø, sum um várið bóru fínar blómur, ljósareyðar og littar sum perlur, og um heystið vóru har ríkar fruktir. Fuglarnir sótu í trøunum og sungu so vakurt og søtt, at børnini plagdu at steðga á at lurta eftir teimum. “Sum vit hava tað gott her!” róptu tey til hvør til annan.

Ein dagin kom risin af-tur. Hann hevði verið og vitjað vinmannin, trølman-nin úr Cornwall, og hann hevði verið burtur í sjey ár. Tá teir høvdu verið saman í sjey ár, hevði risin sagt alt tað, sum hann hevði at siga, tí hann var sera tungur fyri málinum, so hann gjørdi av at fara aftur til hús. Ta hann kom, sá hann børnini spæla í garðinum.

“Hvat gera tit her?” rópti hann við síni grovu og illu rødd, og børnini runnu av-stað.

“Mín garður er mín egni garður,” segði risin, “tað mugu øll skilja, og eg loyvi ongum uttan mær sjálvum at balast í honum.” Tí bygdi hann ein høgan múr uttan um garðin og setti eitt skel-ti á!

Ongin atgongdHann, sum kemur innum, verður revsaður

Hann var ein risi, sum bert hugsaði um seg sjálvan..

Nú høvdu stakkals børni-ni ongastaðni at spæla. Tey royndu at spæla á vegnum, men nógv dust var á veg-num og nógvir steinar, og tað dámdu teimum illa. Tey plagdu at ganga runt um høga múrin, tá tey komu aftur úr skúlanum, og so tosaðu tey um vakra vøllin innanfyri. “Sum vit tá vóru eydnusom,” søgdu tey við ein munn.

So kom várið, og alla staðir úti á landinum vóru

blómur og fuglar. Bert í garðinum hjá sjálvgóða risanum var enn vetur. Fuglarnir sungu ikki, tí har vóru eingi børn, og har komu ongar blómur á trøi-ni. So skjótt ein vøkur bló-ma kom upp úr grasinum og sá skelti við forboðnum, so hevði hon so ilt av bør-

nunum, at hon fór bara niður aftur í jørðina at sova víðari. Einastu, sum vóru glað, vóru kavi og frost. “Várið hevur gloymt hen-da garðin,” róptu tey, “so her kunnu vit liva alt árið.” Kavin legði seg á grasið við sínum stóra, hvíta frakka, og frosti málaði øll trøini

silvurlitt. So bjóðaðu teir norðanvindinum at vera saman við teimum, og hann kom. Hann var bal-laður í skinnklæði, og hann hurraði um garðin allan dagin og blásti skorstei-nin um koll. “Hetta er eitt frálíkt stað,” segði hann, “vit mugu bjóða heglingi

at vitja.” So kom heglingur. Hvønn dag í tríggjar tímar skramblaði hann á takinum á slottinum og

skræddi nógvar takstei-nar av, og so rokaðist hann runt í garðinum, so hart sum hann orkaði. Hann var klæddur í grátt, og andin var ísabláur.

“Eg skilji ikki, hví várið er so seint at koma,” segði sjálvglaði risin; hann sat við vindeygað og hugdi út í tann kalda, hvíta garðin. “Eg vóni, veðrið fer at broytast.”

Men várið kom on-gantíð, heldur ikki sum-marið. Heystið gav gyltar fruktir í hvønn urtagarð, men í garðin hjá risanum komu ongar. “Hann er ov sjálvglaður,” segði heystið. So var har altíð vetur, og norðanvindurin og heg-lingur og frost og kavi dansaður rundan um og ímillum trøini.

Ein morgunin lá risin vakin í songini, tá hann hoyrdi vakran tónleik. Tað ljóðaði so vakurt í hansara oyrum, at hann helt, at tað mátti vera kongsins tónlei-karar, sum komu framvið. Men í veruleikanum var tað bert ein lítil línigða, sum læt uttan fyri vindeygað; men tað var so langt síðani, at hann hevði hoyrt fugla-song í sínum garði, at hetta tyktist honum vera vakrasti tónleikur í verðini. So steð-gaði heglingur á at dansa oman fyri høvdið á honum, og norðanvindurin helt uppat at ýla, og ein søtur angi kom til hansara upp úr neðra. “Eg haldi næstan, at at enda er várið komið,” segði risin; og hann leyp av seingini og hugdi út.

Hvat sá hann?Hann sá eina sera vakra

sjón. Ígjøgnum eitt lítið hol í múrinum vóru børni-ni kropin inn, og tey sótu á greinunum á trøunum. Í hvørjum træ sat eitt lítið barn. Og trøini vóru so glað, at børnini vóru aftur-komin, at tey høvdu skrýtt seg við blómum, og tey veittraðu blídliga við grei-nunum oman fyri høvdið. Og fuglarnir flugu runt og lótu so fagurliga, og blómur komu undan grasinum og smíltust. Í fjarasta horni-num í garðinum stóð ein lítil drongur. Hann var so lítil, at hann rakk ikki upp á greinarnar í trænum, so hann bara gekk aftur og

Alex Sólstein umsetti úr enskum

Framhald á s. 14

Page 14: Nordlysid nr 32 2013

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 201314

fram og græt sárliga. Har lá frost og kavi á hesum stak-kals træi, og norðanvin-durin blásti og ýldi oman fyri tað. “Klúgv upp! Lítli drongur,! segði træið, og bendi greinarnar so lágt niður, sum tað kundi; men drongurin var ov stuttur.

Og hjartað á risanum blotnaði, tá hann hugdi út. “Sum eg havi verið sjálv-góður!” segði hann; “nú veit eg, hví várið ikki kom higar. Eg fari at seta dron-gin upp á toppin á trænum, og so fari eg at bróta múrin niður, og garðurin skal vera spælipláss hjá børnunum til allar tíðir.” Hann var veruliga harmur um sína gerð.

So fór hann niður og lat úthurðina spakuliga upp. Men tá børnini sóu hann, so tóku tey til beins av ræðslu, og í garðurin varð aftur vetur. Bert tann lítli drongurin rann ikki bur-tur, tí eygu hansara vóru so full av tárum, at hann sá ikki, at risin kom. Og risin kom aftan fyri hann og tók hann blídliga upp í hondina og setti hann upp í træið. Og træið fór beinan-vegin at blóma, og fuglar-nir settu seg á tað at láta,

og lítli drongurin tók armarnar um hálsin á

risanum og kysti hann. Og tá hini børnini sóu, at ri-sin ikki longur var óndur, komu tey rennandi aftur, og við teimum kom varið. “Hetta er tykkara garður nú, góðu børn,” segði risin, og hann tók eina stóra sleg-gju og breyt allan múrin niður. Og tá fólk um mid-dagin fóru at keypa, sóu tey risan spæla við børnini í tí vakrasta garðinum, tey na-krantíð høvdu sæð.

Allan dagin spældu tey, og tá kvøldið kom, fóru tey øll til risan og søgdu góða nátt.

“Men, hvar er tykkara lít-li vinmaður?” spurdi hann; “tann lítli, sum eg lyfti upp í træið.” Risanum dám-di hann allarbest, tí hann hevði kyst seg.

“Tað vita vit ikki,” søg-du børnini; “hann má vera farin.”

“Tit mugu siga við hann, at hann má koma higar í morgin,” segði risin. Men børnini søgdu, at tey on-gantíð fyrr høvdu sæð hen-dan drongin og vistu ikki, hvar hann búði; og risin var sera harmur.

Hvønn seinnapart, tá bør-nini komu aftur úr skúla-

num, fóru tey at spæla í garðinum hjá risanum. Men lítla drongin, sum risin var so góður við, sóu tey on-gantíð aftur. Risin var sera vinarligur við børnini, hóast honum longdist eftir lítla vinmanninum og ofta tosaði um hann. “Sum eg fegin vildi sæð hann aftur!” plagdi hann at siga.

Árini gingu og risin gjørdist gamal og veikur. Hann kundi ikki spæla longur, so hann sat í einum stórum armstóli og hugdi, meðan børnini spældu, og hann var hugtikin av sínum garði. “Eg havi nógvar va-krar blómur,” segði hann; “men børnini eru vakrastu

blómurnar.”Ein vetrarmorgun hug-

di hann út gjøgnum vin-deygað, meðan hann lat seg í. Hann var ikki so hatskur inn á veturin longum, tí hann visti, at várið bert svav, og at blómurnar hvíl-du seg.

Knappliga gníggjaði hann undrandi eyguni og hugdi og hugdi. Tað var veruliga ein hugtakandi sjón. Heilt yviri í fjarasta horninum av garðinum stóð eitt træ, avtakið við vøkrum hvítum blómum. Greinar-nar vóru allar gyltar, og silvurlittar fruktir hingu undan teimum, og undir te-imum stóð lítli drongurin,

honum hevði longst so eftir. Findarglaður rann risin

niður gjøgnum trappurnar og út í garðin. Hann skun-daði sær tvørtur um garðin og kom nær at barninum. Og tá hann kom heilt nær, so rodnaði hann í andli-tið av vreiði. “Hvør hevur torað at meiðslað teg?” spurdi hann. Tí í lógvanum á lítla barninum vóru arr eftir naglum, og naglamer-ki vóru eisini í smáu fótu-num.

“Hvør hevur torað at meiðslað teg?” rópti risin; “sig mær tað, so eg kann taka mítt stóra svørð og drepa viðkomandi.”

“Nei!” svaraði barnið; “tí

hetta eru kærleiksarrini.”“Hvør ert tú”” spurdi ri-

sin, og ein djúpur ótti og virðing kom yvir hann, og hann fall á knæ framman fyri lítla barninum.

Og barnið smíltist móti risanum og segði, “Tú læt meg sleppa at spæla í tínum garði; í dag skalt tú koma við mær í mín garð, sum er Paradís.”

Og tá børnini tann sein-napartin runnu inn í garðin, funnu tey risan liggjandi deyðan undir trænum, sum alt var avtakið av hvítum blómum.

VALLYF TIR Í E YGS JÓN –F YR STI PARTUREg fari her í tveimum grei-num, at greiða frá virk-seminum hjá Javnaðar-flokkinum í Klaksvíkar býrað hesa valsetuna, ið nú hevur vart góðar 8 mánaðar. Fari at lýta af-tur á tað vit longu hava fingið frá hondini, og ei-sini hyggja frameftir og greiða frá, tí vit arbeiða við í løtuni, og tað sum ætlanin er í komandi framtíð.

Í hesi grein greiði eg frá vakstrarkanningini, nýg-gjar møguleikar innan fjarlestur, fjøltáttaðari íbúðarbygging á sandinum og fíggjarligan lætta til bar-nafamiljuna. Í míni næstu grein fari eg at greiða frá ítróttarøkinum, at prýða kommunalar bygningar við listaverkunum, m.a. Ósaskúlan, og fíggjarligt skynsemi hjá Klaksvíkar kommunu.

VakstrarkanningKlaksvíkar kommuna gjør-

di eina kanning um, hví íbúgvaratalið í kommununi ikki hækkar og um, hvat skal til fyri at fáa fólkata-lið í kommununi at vaksa. Niðurstøðan varð millum annað, væntandi fjølbroyt-tir bústaðarmøguleikar og lestrarmøguleikar. Hetta hevur sitandi býráð, valt at gera nakað við.

FjarðlesturBýráðið samtyktið 20. juni í ár, at fara undir at vei-ta fjarðlestur. At vit sum kommuna vilja skapa eitt fjølbroytt lestrarumhvør-við, letur upp fyri ótrúliga nógvum nýggjum møgu-leikum. Ongi mørk og on-gar forðing fyri hvat einlig foreldur, heimagangandi foreldur, sjómenn ella ung-dómar, kunna nema sær av útbúgving, uttan at neyðugt er at flyta úr tí trygga og heimliga umhvørvinum. Tilboðið til fjarðlestur er í stoypiskeiðini, væntan-di verður komið á mál in-nan ikki alt ov langa tíð.

Býráðið hevur valt eitt trýmannaðstýrið, sum skal hava ábyrgd av at játtanin verður brúkt rætt, og at bor-garin fær tað sum býráðið ætlar við einum fjarðlestra-depli.

Fjøltáttaða íbúðarbygningMánadagin 2. septembur bórust tey gleðiligu tíðin-dir, at Bústaðir í samstarvið við Klaksvíkar kommunu hevði ætlanir at byggja 30 leiguíbúðir á sandinum í Klaksvík. Eisini á hesum øki, hevur meirilutin i Klaksvíkar býráð miðvíst arbeitt fram ímóti at fingið eina loysn. Haldi at tað er av stórum týdningi, at hesar leiguíbúðir ikki eru ætlaðar ávísum samfelags-bólkum, men her skal verða pláss fyri ungum sum eldri, familjum sum støkum, og fólkið ið bera brek. Vit hava so nógv at læra og geva hvørjum øðrum, og fáa ei-sini forstáilsi fyri hvørjum øðrum.

Soleiðis skrivaði eg mil-lum annað í eini blaðgrein til valið 2012:

“Tá tey ungu skula venda heim aftur, hava tey møgu-liga funnið onnur lívsvirðir, enn tey vit eru uppvaksin við. Tað er ikki neyðugt at eiga síni egnu stóru hús, bilurin er heldur ikki so átrokandi o.s.fr. Tí má og skal kommunan raðfesta tørvin hjá hesum fólkunum, um hon ynskir at fáa fólka-talið at hækka.

Vit skulu leggja øki í bý-num út til íbúðarbygging. Økini skulu helst vera so nær miðbýnum sum gjør-ligt, so ikki er neyðugt at hava bil. Við at fólk fáa mø-guleikan at búgva bíligari og meira sentralt, fáa tey eitt størri fíggjarligt avlop, sum kann síggjast aftur í mentanarlívinum, frítíðar-lívinum og býarlívinum sum heild. Meira peningur fer í umfarð, og alt fleiri fólk kunnu skapa sær eitt livibreyð burturúr hesum – ein dupultur vinningur.”

Tí kennist tað sum eitt av hjartamálunum er komið í hús, vónandi til gleði og gagns fyri borgarar í kom-mununi.

Lætti til barnafamiljurnarMeirilutin í Klaksvíkar býráð hevur valt sum fyrsta stig, at geva smábarnafa-miljum ein munandi lætta á heili 35% yvir komandi 4 árini. Longu í 2014 verða hesar broytingar gjørdar:

1)Vøggustovupláss lækka úr 2.400 kr. niður í 1.953 kr.

2)Barnagarðspláss lækka úr 1.700 kr. niður í 1.383 kr.

3) Dagrøktin lækkar úr 2.200 kr. niður í 1.790 kr.

4) Systkinaavslátturin verður hækkaður úr 20% upp í 25%.

Hetta vil vera við til, at tær smábarnafamiljurnar ið her búgva, koma at hava eitt størri fíggjarligt avlop, sum vil geva teimum eitt størri rásarúm til størri vælferð og trivna. Smábarnafamil-jur ið skula flyta heim, fáa møguleikan at velja Klaks-vík av fíggjarligum ors-økum, fram um aðrar kom-munur. Hetta vil vera við at skapa fólkavøkstur, sum fer at geva fleiri skattakrónur, sum vit so kunna deila út til enn fleiri lættar og ikki minst, fleiri trivnaðar og mentanarlig tiltøk.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanar-nevndini og býráðslimur hjá Javnaðarflokkinum.

Framhald av s. 13

Page 15: Nordlysid nr 32 2013

NR. 32 HÓSDAGIN 19. SEPTEMBER 2013 15

Jákup Ósá

Fyrst skal sigast, at tveir dystir frá eldri umførum vera spældir eftir, at hen-dan metingin verður gjørd. Tað kann broyta fortrey-tirnar nakað, um týðandi leikarar fáa skaðar ella leikbann og ikki spæla ko-mandi umfar ella um úrslit seta lið í broyttar støður. Men tað eru tveir greiðir favorittar til hetta umfarið. Tað eru B36 og ÍF og hesi liðini spæla ikki í vikuni áðrenn. Hinvegin eru dy-stirnir í Gundadali og við Stórá meira opnir enn sti-gatalvan vísir.

B36-KÍ 1Fyrsti dysturin í 23. umfari er fríggjakvøldið. Tá møtast eitt av best koyrandi liðu-num í Effodeildini í løtuni og so liðið, sum í longri tíð hevur fingið tey vánaligastu úrslitini av øllum liðunum í deildini. B36 hevur - um-framt góðu gongdina sei-nastu tíðina – sera gott tak á KÍ undir leiðslu av Mik-kjal Thomassen og er stór favorittur til hendan dystin. Róaldur Jacobsen hevur le-ikbann, men tað fær neyvan stórvegis ávirkan, tí Hørður Askham er tøkur aftur og tí manna Evrard Blé og Súni Olsen ein sterkan miðvøll hesaferð. KÍ gav NSÍ – sum saman við B36 er best koy-randi liðið í løtuni - harða mótstøðu og tað skal eitt slíkt avrik sum í fyrra hálv-leiki til, um B36 skal hava mótstøðu. KÍ kann gott skora 2-3 mál hendan dy-stin – mest sannlíkt í fyr-

ra hálvleiki – men væntast kann, at B36 skorar minst 3 mál, har vælleikandi Lu-kasz Cieslewicz verður av-gerandi leikarin.

HB-EB/Streymur 1HB liggur í sera góðari støðu at vinna FM, nú ÍF tapti seinast. HB er á he-imavølli og fer uttan iva eftir øllum stigunum, tí teir skylda heima áskoðarunum ein sigur í Gundadali, har teir ikki hava vunnið síða-

ni á ólavsøku. EB/Streym ber nærum ikki til at rokna út, tí teir hava so ójavnar dagar. Verjuparturin tykist ótryggur nú Egil á Bø ikki er við fyri tíðina, meðan álopsparturin kann skora nógv mál, men so eisini hava heilt ringar dagar og nærmast einki skapa. Dy-sturin er rættuliga opin og tað er bara heimavøllurin sum ger, at vit hella til HB.

Víkingur-AB 1

Tað tykist sum Víkingur vil mótprógva tosinum um, at teir fara at enda í somu støðu sum í fjør, har liðið misti motivatión og vil-ja til at vinna dystir eftir steypasigurin. Úrslitini hi-gartil benda á somu gongd sum í fjør, men Víkingar hava lagt nógv fyri at fáa stig móti bæði NSÍ og B36. Tá mistu teir á stokkinum báðar ferðir. AB vinnur ikki á útivølli, men byrja nú aftur at blíva kroystir á

stigatalvuni, har TB og KÍ liggja beint aftanfyri og kunnu fara framum hvørja løtu, so leingi sum AB ikki vinnur ein dyst. AB kann fáa ein javnleik, men vit hava Víking til vinnara í hesum dystinum

TB-NSÍ 2Hjá TB var tað eitt stórt bakkast seinast, tá liðið ikki fekk nakað burturúr dystinum í Sørvági móti 07Vestur. Tað var lættasti

dysturin á pappírinum, sum TB hevði eftir. Men á hei-mavølli hevur TB uppbygt sær eitt álit sum ger, at man ongantíð verður kløkkur, um teir fáa stig á heimavøl-li. NSÍ eru flúgvandi undir Heðini Askham og ætla sær bronsuna og tann møgu-leikin er avgjørt til staðar, sum tað gongur í løtuni. Báðir dystirnir millum hesi bæði liðini í landskappingi-ni í ár eru endaðir við 0-0 javnleiki, men tað vænti eg ikki hesin ger, tí bæði liðini hava ávísar veiklei-kar í verjupartinum. Hesin dysturin er meira opin enn stigatalvan sigur. Men form kurvan hjá NSÍ talar fyri teimum.

ÍF-07Vestur 1Móti EB/Streymi sóu vit, at hópurin hjá ÍF er ikki so breiður, tí tað merktist, at onkrir av útisetunum ikki komu heim til dystin. Hin-vegin er ÍF eitt nógv betri lið enn 07Vestur sjálvt um teir mangla onkrar leikarar. 07Vestur kann sjálvsagt fáa eina vón, um teir vinna móti Víkingi áðrenn hen-dan dystin. Men vit vænta ikki, at 07Vestur fer at nær-kast nøkrum liði uppiyvir niðurflytingarstrikuni. ÍF skal hava ein sigur bæði fyri at varðveita FM vóni-na og fyri framhaldandi at vera tryggir á 2. plássi og alt talar fyri einum heima-sigri.

TIPPING: Ø LL BOTNLIÐINI TAPAKomandi vikuskiftið er 23. Umfar á skránni í Effodeildini. Í harða botnstríðnum hava øll liðini truplar dystir.

Page 16: Nordlysid nr 32 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

iPad við retinaskermi

Líka so vakur. Dupult so skjótur.Slóðbrótandi retinaskerm við krystallklárum fyrimunum.Sterkan A6X-prosessara við spitaranum á framtíðini.Yvir 275.000 appir við markleysum møguleikum.

Ultraskjótt tráðleyst við smidligum sambandi til alt.

TórshavnSmyrilsvegur 5tel. 347 300 mán–frí 08.00–17.30leyg 10.00–14.00

Klaksvík Stangavegur 53tel. 347 310 mán–frí 09.00–17.30leyg 10.00–14.00

SaltangaráHeiðavegur 25tel. 347 320 mán–frí 09.00–17.30leyg 10.00–14.00


Recommended